gaman

SPEAK ENGLISH?

 Onglendingurin og føroyingurin vóru úti og fiskaðu. Knappliga datt
føroyingurin útí.- Skít og einki annað!- What?- Ja, sjálvandi er tað vátt! 


 
PIPP, PIPP!

Lærarin sigur við næmingin:- Hví skrivar tú bindistriku í fugla-búr?
Næmingurin: - Eg helt, at fuglurin skuldi hava okkurt at standa á! 
 
BROCCOLI

Spurningur: Hvat er munurin á einum broccoliði og einum bussimanni? Svar:
Børn eta ikki broccoli.


 
MYNDIR

Áh, sum eg síggi út á hasi myndini!- Tað skuldi tú hugsað um, áðrenn hon
bleiv tikin!



EINAFERÐ VAR TAÐ…

Einaferð var tað ein drongur, sum var ov seinur í skúla.- Hví kemur tú ov
seint? spyr lærarin.- Eg droymdi, at Manchester United spældi móti Liverpool.-
Er tað nøkur grund til at koma ov seint?- Ja, tí teir spældu longda
leiktíð…



MÝGGJABITIN

- Hví hevur tú so stórt bind á høvdinum?- Ein mýggjabiti stakk meg.- Ein
lítil mýggjabiti ger ikki so stóran skaða!- Nei, men beiggi mín drap hann við
einum spaka…



KIPS

Karl sat og át kips í tímanum. Lærarin: - Hatta vi eg ikki hava! Karl: - Nei,
tú fært heldur einki.



EIN DREYMUR

- Eg hevði marruna í nátt, sigur ein grísur við hinar.- Eg droymdi um
pylsur…



APUMAÐUR

Næmingurin: Pápi sigur, at vit koma frá apunum. Lærarin: Tíni
familjuviðurskifti hava ikki okkara áhuga…



BRILLUR

Pápin: - Sært tú væl við teimum nýggju brillunum? Sonurin: - Ja,
mamma…



FUGLUR ELLA FLOGFAR

Soleiðis rópti fuglurin eftir flogfarinum, beint tá ið hann hevði rent á
rútin:“Á, ja! Legg á onkran, sum er líka stórur sum tú, tín tápugás!”



HOPP

- Hvat fær mann, um mann parar ein fíl og eina kenguru?- Veit ikki.- Risastór
hol í Avstralia!



PINGVININ

Ein maður gekk ein túr og kom fram á ein pingvin. Maðurin visti ikki, hvat
hann skuldi gera við pingvinina og ringdi tí til løgregluna.- Hvat skal eg gera
við pingvinina?- Far við henni í djóragarðin, sjálvandi, svarar løgreglumaðurin.
Dagin eftir sær løgreglumaðurin sama mannin koma leiðandi við pingvinini.- Fórt
tú ikki í djóragarðin í gjár?- Jú, tað var sera stuttligt. Og í dag skulu vit í
biograf!



TENN

- Hevur tú ilt í tonnini enn, Rúna lítla?- Veit ikki. Spyr tannlæknan, hann
hevur hana nú!



STEINAR

Tríggir dreingir skulu inn til skúlastjóran. Skúlastjórin hyggur illur at tí
fyrsta dronginum og spyr:- Hvat hevur tú gjørt?- Eg havi kastað Stein í vatnið.
Skúlastjórin spyr tann næsta drongin:- Hvat hevur tú gjørt?- Eg havi eisini
kastað Stein í vatnið. Skúlastjórin renir eyguni hvassliga at tí triðja
dronginum og glepsar:- Og hvat hevur tú so gjørt?- Tað eri eg, sum eri
Stein…



MAMMA

Óli kom grátandi inn til mammuna.- Mamma, Lovisa segði, at eg skuldi sleppa
mær til helvitis!- Og so komst tú inn til mín!



Á MATSTOVUNI

Drongurin: - Tú ert so søt, at eg kundi etið teg! Gentan: - Nei, ikki líka
søt sum tú! Drongurin: - Men tú hevur so fitta nøs. Eg kundi etið hana. Gentan:
- Men tú hevur so fitt oyru…Tænarin: - Orsaka, men vilja tit hava okkurt at
drekka afturvið øllum hasum?



SVIMJIKLÆÐIR

Einaferð var tað ein genta, sum fór inn í ein ítróttahandil at keypa
svimjiklæðir. Hon fann eina reyða svimjidrakt, sum henni dámdi, og fór yvir til
kassan. - Hvussu nógv kostar svimjidraktin?- Ein muss, svarar krambakallurin,
sum helt, at gentan var ordiliga fitt.- Ókey, sigur gentan. Eg fari eftir ommu,
tað er hon, ið skal gjalda.



HON HEVUR ILT

Hon: - Eg havi ilt allastaðni. Læknin: - Prøva nem við økslina hjá tær.  Hon:
- Av, av! Læknin: - Prøva nem við fótin hjá tær.  Hon: - Av, av! Læknin: - Prøva
nem við armin hjá tær.  Hon: - Av, eg fái ilt! Læknin: - Prøva nú og nert við
mína øksl. Hon: - Avvv! Læknin: - Eg haldi, tú hevur brotið fingurin…

 
KAFFI

Rørir tú í kaffikoppinum við høgru ella vinstru hond? Høgru! Orginalt!
Sjálvur brúki eg eina skeið…



MJÓLK

Rannvá var og vitjaði Jákup systkinabarnið. Jákup skuldi skonkja henni mjólk.
Jákup: - Sig til, tá tú hevur fingið nokk! Rannvá: - Ókey. Jákup skonkir, og tá
glasið er um at vera fullt sigur Rannvá: - Stopp! Men Jákup heldur á at skonkja,
og Rannvá rópar: - Stooopp! Gevst at skonkja! Men Jákup gevst ikki. At enda er
mjólkarpakkin tómur, og alt borðið flýtur við mjólk.- Rannvá: - Hví gavst tú
ikki við at skonkja?- Tú segði ikki “til”! 



BÓNDIN

Ein bóndi arbeiðir í veltuni, tá tvær gentur koma framvið.- Náa vit bussin
klokkan fýra, um vit ganga eftir bønum?- Ja, og um tarvurin sær tykkum, náa tit
eisini bussin klokkan trý! 



MUUH

Tvær kýr stóðu og jótraðu.- Eg eri blivin framsíggin, sigur onnur.- Nær ert
tú blivin tað?- Næsta mikudag...



HVØR?

Hvør kendur persónur er altíð keddur? Johnny Depp! 



EITT SLIPS

Einaferð var tað ein maður, sum kom inn í ein slipsahandil og segði:- Eg vil
hava eitt slips, ið hóskar til míni eygu.- Tíverri, vit hava ongi blóðsprongd
slips…



KAVAMENN

Einaferð vóru tað tveir kavamenn, ið stóðu og frystu. Knappliga segði annar:-
Heldur tú eisini, at her luktar ræðuliga nógv av gularót?



SKÚLASKELDARÍ

Drongurin spurdi lærarin: - Fær mann skeld fyri nakað, sum mann ikki hevur
gjørt?  Lærarin: - Nei  Drongurin: - Gott! Tí eg havi ikki gjørt
skúlating.



TROYTTUR NÆMINGUR

Lærarin: - Nei, ert tú aftur ov seinur í skúla í dag! Eigur tú ikki ein
vekjara? Karl: - Jú, men hann ringdi meðan eg svav... 



ØLL BØRNINI

Øll børnini skutu við byrsu uttan Bert, hann vendi henni forkert. 



SKÓTAHJÁLP

- Hvat fær mann um mann parar ein skóta og eitt monstur?- Áni tað ikki.- Eitt
monstur, ið kløkkar gamlar ommur yvir um vegin. 



PUSLISPÆL

- Veitst tú, hvat mann fær, um mann skræðir eitt A4-pappír í helvt?- Nei.-
Heimsins lættasta puslispæl! 



BANKARÁN

Eitt eldri par kemur inn í ein banka. Eina løtu eftir kemur ein tjóvur inn í
bankan. Tjóvurin: - Hendurnar upp ella skjóti eg! So gongur hann upp til
skrankin. Men so stillar tann gamli maðurin seg fram. Maðurin: -  Eg eri
sivilbetjentur.  Tjóvurin blívur helt paff og rennur avstað. So fer tann gamli
maðurin aftur til konuna.  Konan: - Egon, hví segði tú, at tú var
sivilbetjentur? Maðurin: - Jamen, eri eg ikki tað? Konan: - Nei, tú er
senildementur! 



ØLL BØRNINI

Øll børnini í barnagarðinum høvdu fepur uttan Petur, hann var termometur. 




SVISKUR

Lærarin: - Karl, kanst tú siga mær, hvat ið seks minus seks er?  Karl: - Tað
veit eg ikki.  Lærarin: - Men um vit hava seks sviskur, og tú etur allar seks,
hvat hava vit so eftir?  Karl: - Steinarnar...