Tann Hvíta Heksin

Einaferð var tað ein drongur, hann nevndist Pól, og Pól var 10 ár, pól gekk í 4.b í Argja skúla og hevði nógvar vinnir. Besti vinur hansara var Petur, Petur var 10 ár, og teir vóru bestu vinmenn.
Teir fylgdust í skúla hvønn dag, men ein dagin sóu teir nakað merkiligt, teir sóu at har vóru tvær tjúgu krónur á vegnum. Og Petur hugsaði at hann skuldi taka tær, men so segði Pól: “kom vit finna eigarin og geva honum krónurnar”, “Okey” svaraði Petur, “kom og spyrji Jón um hann hevur mist tvær tjúgu krónur”.
Og so fóru Pól og Petur til Jón og spurdu hann um hann hevði mist tvær tjúgu krónur, men tað hevði hann ikki. Og so hugdi Pól eftir krónunum, og tað var ikki krónur, tað var okkurt annað, men so teskaði Pól til Petur: “Petur tað er ikki nakrar tjúgu krónur men okkurt annað”. Og so segði Petur: “Ókey Kann eg síggja”, og so svaraði Pól: “Ja gjarna, okey eg síggi at tað er ein heks á og har stendur: “Tann Hvíta Heksin” og “20””, segði Petur. “okey kom og hyggi har sum vit funnu tær, tá vit eru lidnir í skúla”, segði Pól. Og so gekk tíðin,
 tik, tak, tik, tak, tik, tak, tik, tak, tik, tak. Doing!!!!!!! Endiliga! “Nú kunnu vit fara at vita hvat meira er har, sum vit sóu Tjúgu krónurnar!” Segði Petur,
Og so fóru teir avstað, men tá teir komu aftur var onki, bara kavi. “O nei har er eitt hol í vegnum!!!”, segði Petur, “Okey! Kom inn í tað og kanni hvat er har”, segði Pól, “ókey”, segði Petur. Og so fóru báðir vinirnir avstað. “Hey eg síggi nakað hvítt Petur”, teskaði Pól,  “áááá nei tað er livandi!!!” rópti Pól, “ókey Skulu vit fara niður?”, segði Petur, “ókey”, segði Pól, “Uha eg Síggi tað umaftur og tað er stórt!”, segði Pól, “skulu vit fara longur?”, spurdi Pól, “ókey”, segði Petur, “Ááá eg síggi eisini hatta stóra hvíta nú!!!”, segði Petur, “skulu vit fara upp aftur?”, spurdi petur, “Nei, vit vera og kanna!”, segði Pól.
Og so fóru teir niður til tað stóra hvíta skepilsi. “Pól tú fert fyrst!”, segði Petur, “nei tú”, segði Pól, nei tú! nei tú! nei tú! “Ókey so fari eg fyrst”, segði Pól.
Og so fór Pól longur niður. “Hey Pól sært tú naka?”, spurdi Petur, “ja! “, svaraði Pól, “Hvat?”, Spurdi Petur, “Eina hvíta heks!”, rópti Pól, “Hjálp!!!!!!! rópti Pól”, “eg komi!!! “, rópti Petur.
Og so fór hann niður at hjálpa. “Hvat er tað???”, spurdi Petur, “Handan heksin!!!”, rópti Pól, “Hallo!!”, segði Petur, “HHHHHvvvvvaaaaattttt!”,Spurdi Heksin,  “er tað ein heks??”, spurdi Petur, “Nei! Eg eri konan hjá jólamanninum, og tey kalla meg tann hvíta heksin, Jólamaðurin er har inni”, segði Konan, “ókey takk ;D ”, segði Pól,  og so fóru teir glaðir inn til jólamannin, “Hey Jólamaðurin”, segði Pól, “Ho ho ho Hvat er tað?”, segði jólamaðurin, “eg vildi bara geva tær hendan     ynski-listan!”, segði Pól! “Takk fyri so veit eg hvat 1 av 48000 ynskja sær!”, segði jólamaðurin, “Bei!” , søgdu Pól og Petur, “Bei! Heilsa mammuni og Pápanum”, rópti jólamaðurin, og so fóru Pól og Petur heim og livdu eitt lukkuligt lív!!!


skriva hevur : sámuel